Finn Nielsen verið stjóri í FK í 40 ár

Hann kom ikki til skorin klæði. Handil var bygdur her í Hoyvík í 1978, sum lættliga kundi tikið lívið av allari Keypssamtøkuni, segði nevndarformaðurin í røðu, tá samkoma var í samband við 40 ára dagin.

1. juni í ár hevði Finn Nielsen verið stjóri í FK í 40 ár. Hetta varð hátíðarhildið við móttøku í fundarhølinum í FK í Hoyvík.

 

Millum mongu gestirnar sum vóru komin at hátíðarhalda runda starvsdagin, var eisini stjórnin í FK, har formaðurin, Jákup Danielsen, helt røðu;

 

Hann hevur samanlagt starvast nøkur ár longri enn tað. Eftir at hava arbeitt á Bedingini í Klaksvík, har pápi hansara var bedingsmeistari, tók hann við einum tilboði at koma í læru í Keypssamtøkuni í 1967. Hetta var eitt sindur óvanligt, tí Kjølbro, sum var giftur við fastur hansara, hevði matvøruhandil og átti eisini bedingina. Onkur hevur sikkurt hugsað sítt, men ongin segði nakað, nú hann var farin í læru hjá kappingarneytanum, segði nevndarformaðurin millum annað í røðu síni.

 

Hann kom ikki til skorin klæði. Handil var bygdur her í Hoyvík í 1978, sum lættliga kundi tikið lívið av allari Keypssamtøkuni, tí hvørki tíð og stað vóru tey røttu, men við hepnari hond eyðnaðist at hóra undan og umstøðurnar gjørdust enn betur tá Vegurin Langi bleiv gjørdur og tíðirnar í Føroyum gjørdust betri.

 

Ringu tíðirnar høvdu lært at hvør króna skuldi vendast, og tey sum umgangast Finn í tí dagliga vita, at hann fylgir í smálutir við rakstrinum og ansar eftir at hvør fær sítt, segði Jákup Danielsen, nevndarformaður.

 

Øll røðan kann lesast her:

 

Finn Nielsen stjóri í FK í 40 ár - Føroya Keypssamtøka

 

 

 

##med2##