Ein av marrukendastu uppgerðunum hjá VB/Sumba higartil í ár var, tá ið teir á heimavølli á hvítusunnu vórðu spældir sundur og saman av KÍ, sum vann 7-1. Frammaundan hevði KÍ vunnið 3-0 á heimavølli móti samansetta liðnum.
Sunnudagin skal VB/Sumba til Klaksvíkar. Nýggir menn hava ábyrgdina av suðuroyarliðnum. Nú eru tað fyrrverandi málverjin, Bjarni Johansen, og Finn Johannesen, sum hava ábyrgdina.
Finn er klaksvíkingur. Í síðstu viku var hann í Everton og fylgdi venjingum har. Tí verður tað hjá klaksvíkinginum talan um fyrstu uppgávuna á beinkinum hjá VB/Sumba, tá ið teir sunnudagin fara at spæla í Klaksvík.
- Nú eri eg venjari her suðuri, og so fokuseri eg sjálvandi upp á tað. Vit eru avgjørdir í, at talan skal ikki vera um endurtøku frá avrikunum móti KÍ fyrr í ár. Onkra ferðina hevur VB/Sumba staðið seg væl í Klaksvík, og vit hava gott mót, sigur Finn Johannesen.
Allir spælararnir eru tøkir. Eisini Evrard Ble, sum var leikbannaður móti GÍ. Ofta eru vágbingarnir og sumbingarnir farnir norður um leygardag, tá ið teir skulu spæla sunnudag. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Teir fara ikki frá húsum fyrrenn sunnumorgunin.
- Fleiri eru familjumenn, og vit halda ikki, at tað tænir nøkrum endamáli, at teir skulu vera burturi frá familjuni tað mesta av vikuskiftinum. Harafturat eru fleiri mitt í viku í Havnini.Teir koma suður í kvøld, og so venja vit bæði í kvøld og í morgin, sigur Finn Johannesen.
Ivi um Oddmar
Fótbóltslagið er gott í Klaksvík eftir stórsigurin í Gundadali móti B36. Teir siga seg vera tilvitaðar um vandan, sum altíð lúrir, tá ið tað í undanfarna dysti hevur gingið so væl. Teir ætla, at úrslitið skal vera betri í vikuskiftinum, tá ið sjómannadagurin er, enn tað var, tá ið summarfestivalurin var á skránni. Ta ferðina tapti KÍ 4-1 móti EB/Streymi.
Oddmar á Lakjuni var burturstaddur, tá ið KÍ spældi móti B36. Hann er komin til hús aftur, men tað er ivasamt, um hann verður tøkur móti VB/Sumba. Undir venjing týskvøldið varð hann skaddur, og Oddmar hevur ikki vant síðani.
Hóskvøldið vandi Heðin á Lakjuni ikki orsaka av sjúku. Annars eru allir klaksvíkingarnir tøkir.
- Takið verður at fáa verjuna tagaða sundur. Tað hava vit arbeitt við í hesi vikuni, og so skulu vit vera ansnir og sera tilvitaðir um, at VB/Sumba hevur ógvuliga vandamiklar kontraspælarar, siga teir í Klaksvík.