Finn Karlsen varð afturvaldur til formann í Atassut

Finn Karlsen heldur fram sum formaður í Atassut. Tað varð greitt eftir fromansvalið, sum var leygardagin. Finn Karlsen fekk 34 atkvøður, meðan Søren Alaufesen fekk 10. Eisini landstingskvinnan Emilie Olsen varð í uppskoti til formann í Atassut, men hon takkaði nei, men hon segði seg vilja taka við sum formaður til komandi val.

Fundurin átalaði veiðufólkini í Illoqqortoormiut, sum hava dripið fleiri náhvalir - hendingin hevur fingið nógva umtalu í heimspressuni.

Tað var tó ikki semja um átaluna. Augusta Salling, Jensine Berthelsen og Søren Alaufesen hildu, at fundurin átti á bíðja víð átaluni, til løgreglan varð liðug at kanna málið, skrivar KNR.

Men uppskotið frá Finn Karlsen og Arkolo Abelsen, um at átalað veiðufólkini, varð samtykt.