Venjarin hjá VB/Sumba hevur fingið leikbann í fýra dagar orsaka av einum samanbresti við spælara hjá EB/Streymi. Venjarin kann tí ikki leiða botnliðið úr Suðuroy til næstu dystirnar í Formuladeildini.
Ístaðin hevur Finn Johannesen fingið ábyrgdina av liðnum til næstu dystirnar. Finn var í fjør venjari hjá VB/Sumba saman við Bjarna Johansen, og tá eydnaðist liðnum at sleppa undan niðurflyting. Nú er støðan ein heilt onnur. Seks dystir eru eftir at spæla, og VB/Sumba er so langt frá bjargingini, at tað tykist verða ógjørligt at sleppa undan.
VB/Sumba skal sunnudagin spæla ímóti HB á útivølli.