Nú kl. 12 letur Finleif Mortensen av Argjum upp sína fyrstu sjálvstøðugu framsýning á danskari jørð. Hetta hendir í skálanum Sct. Gertrud í Knabrostræde í Keypmannahavn. Hann hevur áður sýnt fram verk síni á fleiri framsýningum heima í Føroyum, m.a. á ólavsøkuframsýningum og á egnum framsýningum kring landið.
- Hetta er ein nýggj og sera spennandi avbjóðing fyri meg, sigur Finleif í telefon úr danska høvuðsstaðnum.
Um framsýningina verður sagt, at tað er týðiligt at merkja at listamálarin er merktur av og fær íblástur úr teirri fjølbroyttu føroysku náttúruni.
Hinvegin kann verða sagt, at danir eru ikki ókendir við føroyska listamannin. Hann hevur longu selt fleiri onnur verk í Danmark.
Í framsýningini, sum í dag er opin millum kl. 13 og16 danska tíð, eru íalt 25 nýggir oljumálningar.










