Finleif málar várið

Fríggjadagin klokkan 16 letur ein málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Finleif Mortensen sum sýnir fram.

27 várligir málningar, umframt oljukritstegningar og skulpturar kunnu síggjast í Smiðjuni fram til týsdagin 6. mars.

Málningarnir vísa tað føroysku nattúruna í føgrum litum. Tað skiftandi veðurlagið, ljósið, skuggaspæli millum húsini, geva eina skiftandi mynd har hús og fjøll gerðast eins og litríkir skulpturar sum skifta skap.

Tann villa náttúran, grót, hamrar og gil eru íblástur til oljukritstegningarnar og teir skulpturarnar sum eisini eru við á framsýningini.

Seinastu árini hevur Finleif sýnt fram á gallaríum og kunstmessum í Danmark og Íslandi

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík, letur upp fríggjardagin kl. 16.00 – 20. Opið er til týsdagin 6. mars, gerðandisdagar frá 10 – 19 og sunnudag kl. 14—19.