Fingu yvirdosis av koronu-koppingarevni

Átta starvsfólk á týskum røktarheimi í Stralsund hava av einum mistaki fingið eitt skot av covid-koppingarevni, sum svarar til fimm skamtar. Tað vátta økismyndugleikarnir fyri tíðindastovuni Reuters.

 

Fýra teirra fóru á sjúkrahúsið, meðan hini vórðu sent til hús. Tey fýra fingu influensu-kend sjúkueyðkenni, men hava eingi álvarsom hjáárin.

– Eg harmist hetta mistak, sigur Stefan Kerth, sum leggur dent á, at tað er eitt mistak, sum bara hendir eina ferð, tí talan er um ein menniskjansligt mistak.