Fingu yvir 50 umsóknir

Tað er stórur áhugi fyri at sleppa á nýggja almanna- og heilsuskúlan í Suðuroy

 

Útbúgving


Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa inn á nýggja Almanna- og heilsuskúlan, sum nú er settur á stovn í Suðuroynni.

Tá ið umsóknarfreistin var úti, høvdu yvir 50 næmingar søkt um at sleppa inn á skúlan.

Men tað er ikki pláss fyri meiri enn 20 næmingum á skúlanum, so hjá meiri enn øðrumhvørjum umsøkjara var tað til fánýtis - í hvussu so er hesuferð.

Umsøkjarar eru úr øllum landinum. Umleið helvtin av umsøkjarunum eru úr Suðuroy og umleið helvtin er aðrastaðni úr landinum.

Onkrir av umsøkjarunum hava børn, men tað er ongin trupulleiki at fáa tey ansað á Tvøroyri.

Skúlin byrjar fyrst í september.

Útbúgvingin, sum byrjar tá, er tann, ið nevnist almanna- og heilsuhjálpari.

Hendan útbúgvingin varar í eitt ár, men meiri enn helvtin av tíðini er starvsvenjing. Næmingarnir eru fyrst í skúla í átta vikur, so eru teir í starvsvenjing í 16 vikur. Eftir tað eru teir aftur á skúlabonki í sjey vikur og so eru teir aftur í starvsvenjing í 20 vikur. At enda er aftur ein vika í skúla, tá ið næmingarnir eru til roynd.

Annars byrjar skeiðið fyri heimahjálparar nú í vár. Tað er eitt skeið uppá 26 vikur fyri heimahjálparar, ið hava arbeitt í nøkur ár. Hetta skeiðið byrjar við 10 vikum í skúla, síðani eru 14 vikur í starvsvenjing so aftur tvær vikur í skúla. Fyri at kunna koma á á hetta skeiðið, skal ein heimahjálp hava arbeitt minst 24 tímar um vikuna í minst trý ár av teimum seinastu fimm árunum!

Men til tað skeiðið skulu umsóknir ikki sendast skúlanum, tí tað er heimarøktin sjálv sum skipar fyri at senda heimahjálpir á skeið.


Um nøkur ár

Annars skal ein útbúgving afturat verða á skúlanum, tað er útbúgvingin til almanna- og heilsurøktara, sum er ein útbygging av útbúgvingini til almanna- og heilsuhjálpara.

Aftaná útbúgvingina til almanna- og heilsuhjálpara, tekur tað hálvtannað ár at blíva almanna- og heilsurøktari.

Men tað skilst, at farið verður ikki undir útbúgvingina til almanna- og heilsurøktara, fyrrenn um nøkur ár. Orsøkin til tað er, at tað er ikki pláss fyri teirri útbúgvingini eisini í skúlahølunum, sum eru. Í skúlanum, sum er, er bara ein skúlastova og tað skal nýggjur skúli til, áðrenn farast kann undir tað stóru útbúgvingina, verður sagt av almanna- og heilsuskúlanum.

Fyrr er upplýst, at skúlin, sum nú er, er bara ein fyribils loysn og at ætlanin er at útvega onnur og betri hóskandi høli um eini tvey, trý ár.