- Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at fáa ein sáttmála sum hendan.
Frithleif Olsen, leiðari á FJM í Runavík, kann ikki vera annað enn væl nøgdur við Fish Fair stevnuna.
FJM er ein av teimum fyritøkunum, sum tað hevur eydnast at fáa ítøkiligan sáttmála undir land á stevnuni.
Tað hendi nú fríggjadagin, tá ið Frithleif Olsen og Hanus Hansen í Klaksvík, settu nøvnini undir ein sáttmála um eina nýggja verksmiðju til trolaran, Fuglberg.
Fuglberg er rækjutrolari, men tað er ikki nýggj verksmiðja til rækjur, sum nú skal setast í skipið.
Fuglberg skal nevniliga leggja um til toskafiskiskap, so rækjuverksmiðjan skal takast úr og verksmiðja til tosk, skal setast í ístaðin.
Tað skilst at hann skal undir Grønland at fiska tosk, har teir hava kvotu.
Arbeiðið byrjar beinanvegin og tað skal verða liðugt um fýra vikur.
Hóast sáttmálin varð undirskrivaður í dag, hava partarnir sjálvandi samráðst um hann í eina tíð.
Men Frithleif Olsen sigur, at hetta er ein hampuliga stórur sáttmáli, sum teir eru sera fegnir um at fáa, tí tað hevur sera stóran týdning fyri fólkið at hava arbeiðið gangandi alla tíðina.
Einir 45 mans arbeiða hjá FJM og teir hava havt nógv at gera.
Teir hava akkurát leverað verksmiðju til skotskan trolara og teir gera eisini verksmiðju til teir báðar trolararnar, sum Beta smíðar í Spania.
Annars er Frithleif Olsen vælnøgdur við Fish Fair higartil.
- Hetta er eitt fínt høvi at hitta viðskiftafólk og vit so harafturat fáa ein hampiliga stóran sáttmála, er ein eykavinningur, sum ikki kunnu annað enn fegnast um.