Fingu tvey ára fongsul

Tær tríggjar Pussy Riot-kvinnurnar vórðu seinnapartin dømdar tvey ára fongsul fyri tað, sum rætturin í Moskva kallar "hooliganismu" og fyri at hava órógva tann almenna friðin.

Nadesjda Tolokonnikova, Jekaterina Samutsevitj og Maria Alekhina ­ hava sitið í varðhaldi teir seinastu fimm mánaðirnar. Tíðindastovurnar skriva, at tær brosaðu, tá dómurin bleiv lisin upp.

Í fleiri býum í fleiri londum hava fólk skipað fyri mótmælistiltøkum uttan fyri russiskar sendistovur, har tey mótmæltu dóminum, sum tær tríggjar tónleikakvinnurnar hava fingið. Eygleiðarar vænta uppaftur fleiri mótmæli, nú sjálv revsingin er ásett.