Fingu tveir hemarar sama dag

Shark Atlantic fiskikappingin eftir hemara er byrja aftur ogí gjár vórðu tveir av hesum stóru hávunum tiknir. Tann eini bleiv tikin við Kirkjubønes og hann vigaði 151 kilo og hin beiv tikin á Barinum og vigaði ikki minni enn 207 kg.

Tað vóru Flemming Gullaksen og Bjarni Petersen sum vóru á Barinum í gjár eftir hemara. Teir høvdu á tríggjar ferðir áðrenn tað lukkaðist at blíva rimmarfastur í einum. Teir dyrgdu spakuliga norðeftir við einum heilum makreli sum agn. Og hann var sjóleysur í tí hann tók, men tað tók hálvanfjórða tíma at fáa hann at borðinum.

Við Kirkjubønes gekk tað eitt sindur skjótari fyri seg. Heini Weihe og Martin Meng høvdu hann á borðinum eftir bert góðum hálvum tíma.

- Tað skuldu teir ikki havt gjørt, tí hemarin mundi bart seg leysan aftur. Men við góðum samstarvi gekk tað at fáa lívið av honum.

Annars hava fleiri bátar veri úti við Kirkjubønes í farnu viku, og verið í samband við hemara 10-15 ferð, men teir mistu allar.

À myndin er Flemming við hemaranum, hann og Bjarni Petersen fingu í gjár.

Nes kommuna er komin undir álíkningina í skuld

Friða sjáldsaman runn í Svínoy

Einasta oyggj, har baraldurrunnurin veksur villur, er Svínoy. Tað er á einum stórum øki uppi á oynni at baraldurin veksur

Nú byggiætlan verður gjørd fyri Svinoy, verða nøkur øki løgd av sum grøn øki. Eitt av hesum økjunum er har, sum baraldurin veksur, segði Rás2 í tíðindunum í morgun.

Tað er langt síðan, at svíninyingar fóru at hugsa um at friða baraldin, og einaferð fekst ein játtan frá tí almenna. Tá keyptu tey hegn fyri millum 40 og 50 túsund krónur. Øll játtanin varð ikki brúkt, og restin fall tí aftur í landskassan.

Nú hevur Klaksvíkar kommuna søkt Innlendismálaráðið um stuðul til verkætlanina

Tað fer at kosta eitt sindur at flúgva hegn og jarnsteyrar niðan. Arbeiðið má gerast væl, tí vindhart er uppi á oynni.

Eigararnir eru umleið 20 í tali, og teir hava einki ímóti, at økið verður innistikað, tí har veksur so lítið gras, sigur Eyðun Jacobsen, ein av eigarunum við Rás2.

Myndina hevur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy tikið av baraldi í Svínoy. Hann fegnast um, at lív er í ætlanini at friða baraldin. Men hann sigur, at tað er ikki nóg mikið at friða fyri seyði og onnum størri dýrum.

Hann sigur, at Haran kann gera rættiliga stóran skaða, so tað er neyðugt at ansa eftir haruni og ger haran inn um stikið, er neyðugt at skjóta tær, so at tær ikki gera skaða.

Katrin og Andreas gevast í politikki

Tá ið løgtingsval verður aftur, verða tað í øllum førum tvey kend andlit, sum ikki verða at síggja í tí nýggja Løgtinginum.

Tey bæði løgtingsfólkini fyri Javnaðarflokkin, Katrin Dahl Jakobsen úr Havn og Andreas Petersen úr Gøtu, hava nevniliga boðað frá, at tey gevast nú í politkki og stilla ikki upp aftur á næsta løgtingsvali.

Tey siga bæði, at tað er aldurin, sum nú fær tey at taka seg aftur í politikki.

Katrin Dahl Jakobsen heldur, at nú hevur hon verið nóg leingi í politikki og aldurin er eisini við at vera har, so nú heldur hon, at stundin er komin til at lata yngri kreftir taka yvir.

Tað sama sigur Andreas Petersen.

Men hjá honum ger eisini tað seg galdandi, at hann er kommunulækni og hann sigur, at hann fær tað ikki at bera til at fáa starvið sum kommunulækni og starvið sum løgtingsmaður at sampakka.

- Eg havi ætlað mær nøkur ár afturat sum lækni, havi eg lív og heilsuna og av tí sama havi eg sostatt gjørt av at gevast í politikkinum, sigur Andreas Petersen.

.