? Eg veit ikki um eg eri nøgd. Men í nógvar mátar er hetta ein søguligur sáttmáli.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag var ikki reiðiliga samd við seg sjálva, um hon skuldi verða nøgd ella misnøgd við tann nýggja sáttmálan, sum Føroya Arbeiðaraflag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin, skrivaðu undir í gjáramorgunin.
? Á ein hátt eri eg nøgd, tí hetta er í mangar mátar ein søguligur sáttmáli, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at alt í alt er talan um eina lønarhækking uppá 11% hesi bæði næsti árini og tað man vera besti sáttmáli, Føroya Arbeiðarafelag hevur undirskrivað.
? Samstundis hava vit gjørt sersáttmála fyri starvsfólk á hotellum, gistingarhúsum og matstovum kring alt landið, og tað hava vit ikki havt fyrr. Fastlønarsáttmálarnir eru blivnir nógv betri, og nú er viðbótin fyri kvøldarbeiði tá ið arbeitt verður í skiftisvaktum eisini hækkað o.s.fr.
Og tann tiltikna grein sjey, um arbeiðstíðina ímillum 7 á morgni og seks á kvøldið er eisini broytt.
Higartil hava arbeiðsgevarar ikki viljað goldið yvirtíð fyri tíman millum sjey og átta.
Nú er tað broytt soleiðis, at tað vanliga arbeiðstíðin skal ásetast á hvørjum virki sær:
? Men arbeiðstíðin skal liggja ímillum klokkan sjey á morgni og seks á kvøldið og hon skal altíð góðkennast av Føroya Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag.
? So í so máta eri eg rættiliga væl nøgd.
Ónøgd við lønina
Hinvegin er Ingeborg Vinther ikki heilt nøgd við lønina.
? Eg havi altíð hildið, at nú var stundin komin til at fáa munandi meiri upp á grundlønina.
? Men tað var heilt og aldeilis ímøguligt, nú Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík høvdu skrivað undir sáttmála.
Sostatt fingu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag somu hækking í vanligu tímalønini, sum hini feløgini fingu, nevniliga 3,55 kr. 1. mai í ár og aftur 3,55 1. mei næsta ár.
Gjørdi tað fortreð at havnar Arbeiðsmannafelag, og feløgini í Klakvík høvdu skrivað undir?
? Tað gjørdi tað í hvussu so heilt vónleyst hjá okkum at koma víðari í tí málinum, uttan at fara í eitt lemjandi verkfall.
? Og so máttu vit gera upp við okkum sjálvi, hvat vit høvdu fingið burturúr og um tað var vert at fara í verkfall fyri at fáa okkurt annað, tí spurningurin er altíð, hvat fæst burturúr einum verkfalli.
Ingeborg Vinther sigur, at samráðingarnar seinastu nátt vóru so harðar, at tað var fleiri feriðir um at slitnað, men so glapp tað til síðst.
Spurningurin er so hví so ikki øll feløgini ikki samráðast saman.
? Tað hevði sjálvandi styrkt okkum munandi, um vit samráddust saman.
? Men mín áskoðan hevur altíð verið, at skulu vit samráðast saman, skulu vit vera saman heilt til endan.
? Og tað er hetta, sum hevur knípt.
? Vit eru mangan byrjað at samráðast saman. Men tá ið tað so er liðið út, eru feløg lopin frá og eru farin í sjálvdrátt kortini. Og tað gongur ikki.
? Vit fingu tíverri ikki fatur á Vilhelm M. Johannesen, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Vit hava meiri um nýggja sáttálan í komandi bløðum