Føroyski tónleikapallurin hevur nógv at bjóða og tað sást sanniliga aftur á ársins Planet Awards í Deep í Havn. Livandi legandan Hanus G. Johansen, sum varð tilnevndur til tvær Planetir, hugtók við løgum at frálíku fløgu hansara Hørpuspælarin. Eivør, eisini tilnevnd til tvær Planetir, gandaði og spældi løg av fløguni Larva, sum kortini ikki vann. Anna Faroe og Lív Næs staðfestu við sínum framførslum, hví tær vóru tilnevndar at vera Ársins songkvinnur.
Tað sama gjørdu Eyðun & Kim, sum vóru tilnevndir fyri at hava gjørt Ársins sang, tá teir framførdu vakra og fangandi poppsangin Far so væl. Jens Marni Hansen var bæði tilnevndur og vann eisini heiðurin sum Ársins sangari. Fremsta orsøkin var ivaleyst sangurin Gloria, sum kollfirðingurin eisini sang so tað rungaði í stóru hølunum í klubbagarðinum.
Og so fekk fólkið eisini Ársins sang fyri seinastu ferð í 2010. Kjallarabólkurin úr Klaksvík, Grandma’s Basement, fær ikki nokk av at spæla Hon fær ongantíð nokk.
Fólkið fekk føroyskan tónleik og fólkið fekk tað besta av tí besta av tí føroyska.