Amnesty International hartar í dag USA fyri at hava selt egyptisku myndugleikunum táragass, sum trygdarløgreglan siðani hevur brúkt ímóti mótmælisfólki í Kairo og øðrum býum. Amnesty krevur, at USA skal steðga søluni alt fyri eitt.
Felagsskapurin veit at siga, at í síðsta mánað var eitt farmaskip í Egyptalandi við í minsta lagi sjey tonsum av táragassi og aðrari útgerð úr USA. Skipið er danskt og siglir undir donskum flaggi, men var í sigling fyri eitt amerikanskt felag.
Mótmælisfólk siga, at granatir og táragass, sum trygdarløgreglan hevur brúkt ímóti mótmælisfólki, eru framleidd í USA, og Amnesty International sigur, at amerikonsku myndugleikarnir áttu at havt steðgað handlinum.