FØROYINGAR Í VENEZUELA
Sólrun og Hanus Lómstein á Toftum eiga fýra børn. Tey eru øll tilkomin, og tvær døtrar arbeiða sum trúboðarar. Guðrun er saman við írska manninum í Krasnodar, sum er í Russlandi suðuri við Svartahavið, og Erla er saman við sínum manni, Ingvardi Petersen úr Havnini, í Venezuela.
Í Russlandi hevur tað verið ófriðarligt í níti árunum, og nú er tað ófriðarligt í Venezuela.
? Man er kanska serliga áhugaður í samfelagsgongdini, tá tú hevur tíni næstu í landinum. Men tað hevur ongantíð verið soleiðis, at døtrarnar og familjurnar hjá teimum hava kent seg hótt av ótryggum umstøðum, siga Sólrun og Hanus Lómstein.
Hava tit hesar seinastu dagarnar havt samband við dóttrina í Venezuela?
? Tá vit frættu um hernaðarkvettið, ringdu vit til teirra. Tey vistu ikki so nógv um hetta, sum tað, ið vit høvdu hoyrt í fjølmiðlunum. Aftaná hava vit skilt, at tíðindini komu ikki so skjótt fram í venezuelskum sjónvarpi. Tað syrgdu politikarnir har yviri fyri.
Eftir kvettroyndina hava Erla Lómstein og Ingvard Petersen sent teldubræv til vinir og kenningar og greitt frá, at teimum veit væl við.
Hvussu rokna tit við, at tað fer at vera hjá dóttrini og versoninum í framtíðini?
? Vit hava Símun í Túni í grannalagnum hjá okkum her uppi á Hamri á Toftum. Hann fylgir væl við, og hann sigur, at tey har yviri eru ikki í vandastøðu. Erla og Ingvard hava ætlanir um at fara inn til ættarbólkin, har Dania og Símun hava arbeitt. Vit hava skilt á lagnum, at tey hava ikki broytt ætlanir. Tað bendir á, at kvettroyndin og turbolensurin í samfelagnum, sum vit hava hoyrt so nógv um, ikki hevur ávirkað støðuna hjá teimum, halda Sólrun og Hanus Lómstein á Toftum.