Fingu stóra bót fyri at berjast í Havnargøtum

Menninir, sum løgdu á ein man í Tórsgøtu í Havn fríggjakvøldið, fingu stóra bót

 

Talan var um fimm útlendingar, sum fríggjakvøldið løgdu á ein annan mann í Tórsgøtu í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið fekk hon fatur á tveimum teirra, sum vóru handtiknir, og hevur løgreglan í gjár arbeitt við málinum, sum varð avgreitt við, at teir fingu bót upp á 3.500 krónur í part fyri brot á skilhaldsreglarnar.

– Hatta er eftir tí strangastu greinini, sum ikki er eftir greinini um harðskap, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.