Fingu staðfest fyrireikingartíðina og bastu differentieringini

– Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevararnir hava í kvøld skrivað undir ein nýggjan 2-ára sáttmála. Felagið metir sáttmálan at vera ein sigur fyri pedagogiska fakið.

Tað sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi nú eftir at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður:

»Vit settu upprunaliga fram krav um, at í sáttmálanum fyri dagstovnaøkið skuldi ásetast, at tíð skuldi setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Hetta hava arbeiðsgevararnir allatíðina sagt vera ómøguligt, tí hetta kundi sambært teimum ikki setast í sáttmálan. Sagt varð, at hetta var ikki sáttmálastoff.

Okkum hevur hinvegin staðið í boði at fáa sett ein arbeiðsbólk, sum kundi viðgera spurningin um fyrireiking og lýsa støðuna á økinum. Vit hava nú gjørt semju, sum ásetir, at hjá øllum starvsfólkum á dagstovnunum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Í nýggju ásetingini er ongin avmarking um, hvussu nógv tíð skal setast av til hetta arbeiðið. Hetta verður sjálvandi nakað, sum leiðsla og starvsfólk fara at gera av eftir tørvi hjá hvørjum einstøkum.

Føroya Pedagogfelag fegnast serstakliga nógv um, at ongin avmarking er sett í sáttmálan um, hvussu nógv tíð skal brúkast til fyrireiking og eftirmeting.

Formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur alment váttað, at brúkast skal tann tíð til fyreiking, sum er neyðug. Hetta fata vit sum eitt stórt frambrot, hvat virðingini fyri okkara faki viðvíkur.

Vit halda, at vit við verkfalinnum fluttu arbeiðsgevararnar langt frá útgangsstøðinum, sum var, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at lýsa tað, vit nú hava fingið í sáttmálan.

Hvat viðvíkur løn, er ásett, at differentieringin í lønarhækkingini byrjar við 32.000 kr. Hetta merkir, at einans fimm limir í felagnum verða fyri eini evarska lítlari differentiering. Differentieringin kann tí sigast at vera fingin burtur.

Føroya Pedagogfelag takkar øllum limunum fyri tað megnar tak, teir hava tikið, meðan verkfallið hevur verið, og takkar somuleiðis fyri tann ovurstóra samhuga, felagnum er vístur.

Føroya Pedagogfelag«