Fingu sms frá ráðharranum

-Framtíðin hjá flogvøllinum í Keypmannahavn og SAS liggur í tykkara hondum.

Hesi boðini sendi danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, samráðingarnevndini hjá flogternunum og -tænarunum, tá harðast leikaði á í samráðingunum við leiðsluna í flogfelagnum. Boðini komu í einum sms-boðum, skrivar Politiken.

Felagið hjá teimum donsku flogternunum og -tænarunum, CAU, var tað seinasta fakfelagið, sum gjørdi nýggjan sáttmála við SAS. Bjarne Corydon sigur við Politiken, at hann helt tað vera sína skyldu sum fíggjarmálaráðharri at gera sítt til, at flogfelagið bleiv bjargað.

Politiken endurgevur formannin í CAU, Jean Pierre Schomburg, fyri at siga, at felagið var undir stórum trýsti í samráðingunum, og at sms-boðini frá ráðharranum høvdu ikki gjørt tað lættari.