Teir, sum vóru og rændu nátaegg vestantil á Sandoynni í gjár, fingu væl av eggum í mun til undanfarin ár.
Eins og annar sjófuglur hevur nátin eisini verið í minking, men undir ræningini í gjár fingu menn fleiri egg enn seinnu árini annars, tó at hetta ikki kann metast við tey góðu árini.
Teir, sum rændu í Lonini, fingu 280 egg í gjár, og tað er eini 80 egg fleiri enn undir ræningini í fjør. Dagurin um hesa tíðina í fjør eydnaðist ikki so væl. Tað fór at regna illa um middagsleitið, og tískil gjørdist dagurin ikki so drúgvur.
Men, sandoyingar vóru ikki bara í Lonini í gjár. Ein annar bólkur av bjargafólki var norðrari á oynni, har hesir plaga at ræna, og teir fingu 200 egg, sum er umleið 100 fleiri enn í seinastu og næstseinastu ræning. Soleiðis fingu sandoyingar 480 nátaegg tilsamans í gjár.
Í Lonini eru siðini nógv longri enn hjá bjargamonnnum, sum í gjár vóru norðari á oynni. Í Lonini brúka teir spæl, sum verður drivið við motori at hála menninar upp aftur við. Lonin er umleið 300 metrar høg, og her kunnu fleiri verða niðri á rókunum í senn.
Bjargamenninir, sum í gjár fingu 200 egg, fara ikki so langt niður í bergið. Teir fara vanliga niður á tær ovastu røkurnar, og her verður siðmaðurin drigin uppaftur við handamegi. Gingið verður fram við eggini, og síðan verður farið út av, har mett verður, at eggini eru.