Fingu oyruni í maskinuna

Føroyar-Serbia 20-41 (9-20)

Føroysku hondbóltsharrarnir fingu eina ordans yvirháling ímóti Serbia í dag.

Longu frá byrjan stóð greitt, at klassamunurin var stórur, og føroyingar gjørdu ikki sín egna dag lættari, tá teir frá byrjan framdu fleiri teknisk mistøk, eins og skoringsprosentið ongan tíð gjørdist nóg høgt.

Og tað revsaðu serbar við lít. Í vanligum spæli vóru teir bæði skjótir, sterkir og vandamiklir, og tá teir so eisini fingu fleiri møguleikar at kontra, beyð ikki bøtur.