Fýra umsóknir komu til starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, og tað heldur kommunan er ov lítið. Tí verður nú søkt av av nýggjum.
Tað skrivar Norðlýsið.
Tekniski stjórin skal verða næsti ráðgevi hjá teknisku nevnd, umhvørvis- og býarskipanarnevndini, borgarstjóranum og kommunustjóranum.
Nýggj lýsing við nýggjari freist verður nú gjørd.