- Vit fingu ongi lyfti, so vit vita onki.
Tað er niðurstøðan, nú Landsfelag pensjónistanna var á fundi við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum seinnapartin í gjár.
Endamálið við fundinum var at vita um samgongan ætlar at halda lyftið, hon hevur givið pensjónistunum um at pensjónirnar skulu hækka.
Samgongan hevur lovað, at hækkaðu lønirnar á arbeiðsmarknaðnum tá ið samráðingar vóru fyri einum ári síðani, skuldi pensjónirnar hækkast samsvarandi.
Men enn er onki hent og tískil hevur pensjónistafelagið biðið um fund við landsstýriskvinnuna at vita, hvussu landið liggur.
- Vit løgdu okkara sjónarmið fram. Men niðurstøðan av fundinum var, at vit fingu ongi lyfti um, at pensjónin fer at hækka, sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna.
Hann sigur, at boðini frá landsstýriskvinnuni vóru, at vit mugu bíða til í næstu viku, tá ið fíggjarlógin fyri 2013 verður løgd fram.
- Vit fingu heldur onga ábending um, hvørja støðu, samgongan hevur, leggur hann afturat.
- Tað taka vit sum eitt tekin um, at enn er ógreitt um samgongan yvirhøvur ætlar sær at halda lyftið, hon hevur givið okkum, leggur hann afturat.
- Men vit løgdu stóran dent á, at nú allir sáttmálar í fjør vórðu gjørdir í krónum, er tað sjálvsagt, at pensjónirnar eisini skulu hækka í krónum og ikki í prosentum.
- Í Føroyum hava vit vánaligastu pensjónskipan í Norðurlondum og tískil hava vit bíðað eftir, at samgongan fer at halda lyftið, hon hevur givið okkum, leggur Arne Thorsteinsson afturat.
- So nú bíðað vit spent eftir, at fíggjarlógin verður løgd fram, skoytir hann upp í.
Fái onki sagt
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, váttar, at hon kann ikki geva nakað lyfti beint nú.
- Seinasta hond verður nú løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár og fyrrenn hon er greið, ber ikki til at siga nakað.
Men tað skilst á øllum brøgdum, at verða pensjónirnar hækkaðar, verður tað undir øllum umstøðum ikki við nøkrum sum líkist 220 krónum um mánaðin, soleiðis sum pensjónistarnir krevja.
- Skulu allar fólkapensjónir hækka 220 krónur um mánaðin, kostar tað landskassanum einar 17 milliónir krónur, staðfestir Annika Olsen.
- Men so koma allar fyritíðarpensjónir og avlamispensjónir afturat, so talan verður um stórar upphæddir.
- Samstundis verður kravt, at Almannamálaráðið skal spara upp í 53 milliónir krónur næsta ár, so ein og hvør kann hugsa sær, at tað er vónleyst at tosa um at hækka pensjónirnar 220 krónur um mánaðin.
Ja, men tit hava lovað pensjónistum, at hækkaðu lønirnar, skulu pensjónirnar hækka tilsvarandi?
- Tað er rætt, men tá ið seinastu sáttmálasamráðingar førdu til eina lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin, var tað av eini heilari løn.
- Annars eru pensjónir altíð hækkaðar, ella javnaðar, sum tað eitur, í prosent og ikki í krónum, so tað veldst um eyguni í síggja, sigur Annika Olsen.
- Hinvegin liggur tað í kortunum, at pensjónirnar fara at hækka, men spurningurin er, hvussu stór hækkingin verður, leggur hon afturat.
Hon hevur áður sagt við Sosialin, at í prosent svara lønarhækkingarnar til áleið 1%. Og skulu pensjónirnar hækka 1%, svarar tað til, at hvør pensjón hækkar einar 32 krónur, við tað at grundarupphæddin liggur føst so tað eru bara viðbøturnar, sum hækka.
Meiri um hetta í greinini: 220 krónur.
Lyftið frá samgonguni
Tað er m.a. hetta, Landsfelag Pensjónistanna sipar til, tá ið tey siga, at samgongan hevur lovað teimum, at pensjónin skal hækka.
Talan er um Løgtingsma?l nr. 95/2011: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um a?seting og javning av almannaveitingum
Har sigur landsstýrið í viðmerkingunum til uppskotið:
…..landssty?rið er to? samt um, at verða lønarsa?ttma?larnir broyttir, verður u?treiðslukarmurin broyttur tilsvarandi……
Og í álitinum frá Trivnaðarnevndini sigur meirilutin, sum er Ro?sa Samuelsen, Elsebeth M. Gunnleygsdo?ttur, Hanus Samro? og Bill Justinussen at tey taka undir við ma?linum. Og tey leggja afturat:
……Meirilutin fer to? at viðmerkja, at um samra?ðingarnar a? almenna arbeiðsmarknaðinum føra til, at lønarhækkingar verða, eigur at verða javnað sambært bu?skaparfra?greiðing 1 fra? 2011, ið staðfestir, at “Rakstraru?treiðslurnar verða framskrivaðar við 2011-pri?sum, men landssty?rið er to? samt um, at verða lønarsa?ttma?larnir broyttir, verður u?treiðslukarmurin broyttur tilsvarandi.” Meirilutin er to? av teirri fatan, at um talan verður um møguligar lønarlækkingar, eigur hetta ikki at føra til niðurskurð i? almannaveitingum……