Fingu næstan 150 kilo av burturkasti í troli

Tað mesta var ymiskt burturkast frá fiskivinnuni

Fyri eini viku síðani komu trolararnir báðir, Heykur og Falkur, til lands við trimum sekkjum av burturkasti.

Báðir trolararnir eru við í einum tiltaki tey kalla ruskveiða og í tí sambandi taka tey alt, tey fáa í trolið, og føra tað við sær til lands.

Hetta er eitt tiltak, sum er um allan heimin, og áður eru teir komnir til lands við einum sekki, og sostatt hava tey nú ført tríggjar sekkir av burtukasti til lands.

Runavíkar Kommuna sigur á heimasíðu sínari, at tilsamans vigaðu teir tríggir sekkirnir 144,5 kilo, og tað er alt burturkast, sum er komið í trolið.

Síðani er ruskið talt upp og skilt fyri at síggja, hvussu nógv er av hvørjum. Hetta verður gjørt eftir eini fastari mannagongd, sum ruskveiðuátakið kring allan heimin, brúkar.

Listin er síðani send Kommunufelagmum, sum so so aftur sendur hann víðari til KIMO. KIMO er eitt altjóða umhvørvisfelag fyri lokalar myndugleikar, sum Kommufelagið er í Føroyum eisini er limur í.

Runavíkar Kommuna sigur, at í sekkjunum við burturkasti var trol, trossar, veirur, stuttir togendar, einnýtispakningur, handskar, spann, pakkiband, fløskur og bobbins.
– Tað, sum fylti mest vóru lutirnir frá fiskivinnuni, sigur kommunan. Og tey siga eisini, at eitt endamál við hesum er, at fáa greiði á, hvat slag av burturkasti liggur í havunum undir Føroyum, og tað skuldi gjørt tað lættari at vita, hvar tað er neyðugt at gera nakað fyri at forða fyri, at burturkastið endar á sjónum.