Vestmanna Kirkjukór hevur í vikuni givið út fløguna "Gleðilig Jól" , sum Pauli Magnussen, tøkningur hevur tikið upp í Vestmanna kirkju.
Bert kvinnur syngja í kórinum, men presturin í Hvalvík, Bergtórur Bjarkhamar syngur kortini solo og duett á trimum sangum.
Birita Poulsen, sum hevur verið "Ársins Sangrødd" syngur eisini solo og duett á trimum sangum á fløguni. Hervør Heinesen syngur solo á tí eina sanginum.
Kórleiðarin, Erla Olsen greiðir frá, at tey hava givið fløguna út aftaná at hava fingið nógvar áheitanir frá fólki at geva eina fløgu út. Tað gekk somikið væl hjá kórinum at taka upp, at alt varð fingið frá hondini uppá eitt kvøld í Vestmanna kirkju.
Í morgun var eitt prát við Erlu Olsen í morgunsendingini hjá Ràs2. Tað ber til at hoyra prátið við Erlu Olsen, og eitt brot av tveimum sangum undir greinini.