Fingu nógvan og góðan stórseið

Juul M. Jacobsen og Peder Damgaard Skaanning royndu eystur úr Nøvuni og væl bar til.

Hósmorgunin var Juul M. Jacobsen í Nólsoy sjálvur annar ein túr eystan fyri Nólsoynna við seksmannafarinum. Teir royndu á leiðini eystur úr Nøvuni, og væl bar til.

 

Tá Juul M. Jacobsen og bátsfelagi hansara, sum býr í Danmark, Peder Damgaard Skaanning, komu aftur at landi, tók Pedda Hansen viðheftu mynd av monnum og fongi.

 

Teir báðir høvdu fingið heilt væl av stórum og góðum seiði - fyri ikki at siga upsa - á snellu, og lítið man vera betri enn hesin púra feski fiskur til seiðaknettir ella frikadellur.