? Vit hava fingið ein rættiliga góðan sáttmála.
Poul Nybo, formaður í maskinmeistarafelganum er ikkivið uppá, at sátt´malin, sum nú er gjørdur millum maskinmeistarar við farmaskipum og arbeiðsgevararnar, gevur so lítið í lønarhækking, sum Vilhelm Johannesen vildi vera við í blaðnum í gjár.
Formaðurin í arbeiðsgevarafelagnum segði, at sáttmálin gav 2% í lønarhækking um árið í tvey ár, og at alt fór til pensjónir.
Men Poul Nybo vísir á, at sáttmálin gav teimum eisini tveir eyka frídagar, og teir eru eisini verdir tveir dagar í part.
Harumframt er avmynstringstíðin sett niður í tríggjar mánaðir. Tvs, at maskinmeistari hevur rætt at sleppa heim tá ið hann hevur verið við í tríggjar mánaðir. Hetta hevur verið fýra mánaðir.
Afturat tí er arbeiðstíðin sett niður úr 12 tímum, niður í 11 tímar um dagin og 1. apríl næsta ár fer hon niður í 10 tímar.
Alt útyvir tað er yvirtíð.
Og afturat tí eru ymsar ásetingar um skeið og annað komið í sáttmálan.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at alt í alt eru teir sera væl nøgdir við sáttmálan.