Fingu nóg mikið av skopuningum

Kommunustýrið á Sandi hevur fund í kvøld, og eitt mál á skránni er felagskommunali læknin.

Hetta er eitt gamalt stríðsmál millum Sands og Skopunar kommunu. Skipanin er, at Sands kommuna rindar útreiðslurnar fyri skipanina, og hinar kommunurnar gjalda so eftir einum býtislista til Sands kommunu.

Eysturkommunurnar hava goldið sín part, men verri er við Skopunar kommunu, og nú hevur Sands kommuna fingið nóg mikið.

- Málið kemur fyri á fundinum í kvøld, og eg vil hava kommunustýrið at taka støðu til, um vit skulu stevna ella hvat, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

Í fýra ár rindaði Skopunar kommuna ikki eitt oyra, men síðan hevur hon goldið eitt sindur.

Sambært Brandi Sandoy, var skuldin hjá Skopunar kommunu til læknaskipanina um árssskiftið 800.000 krónur.

- Tað er nógv hjá eini lítlari kommunu, og høvdu vit havt tann peningin, sluppu vit 40.000 krónur lættari í rentum um árið, sigur Brandur Sandoy.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun eftirlýsir eini fíggjarætlan fyri læknatænastuna. Tað koma rokningar frá Sands kommunu, og Skopunar kommuna hevur ikki innlit í,, hvat rokningarnar eru fyri, sigur hann.

Mynd: Sandportalurin