Uppsjóvarskipið Norðingur fekk í gjár maskintrupulleikar, tá ið skipið var á veg heim aftur av svartkjaftaveiðu. Tað skrivar Vørn á heimasíðu síni.
Boð vórðu send eftir Brimil, ið var hjá Norðingi um middagsleiti í gjár og í nátt kom Brimil á Kollafjørð við Norðingi.
Norðingur hevur 1000 tons av svarkjafti, ið verða landa til matna í Kollafirði, skrivar Vørn.