Fingu lyklamerki av misgáum

Fleiri kundar hjá føroysku bankunum hava av misgáum fingið farlyklaeftirlitsmerki sendandi

 

 

Peningastovnarnir gera á heimasíðu sínari vart við, at talan er um bræv, sum varð sent av misgávum.

 

Talan er um mistak hjá SDC, ið er KT-veitari hjá føroysku peningastovnunum. Bankarnir gera vart við, at eftirlitsmerki ikki kann nýtast, og at viðskiftafólkini tí kunnu koyra hetta burtur.

 

Farlyklaeftirlitsmerki verður vanliga nýtt, tá netbankaatgongd verður stovnað.