Fingu LRC prógv

Á kvøldskúlanum í Vági tóku menn hóskvøldið LRC prógv, ið gevur rætt at passa GMDSS útgerð við fiskiskipum á øllum heimshøvum

Teir ið tóku prógv eru Svenning Borg, Andreas Ludvig, Einar Hammer, Jákup V. Joensen og Byrgir Jacobsen. Lærari er Don Petersen og próvdómari Kai Vágfjall.

Nýtt verður bók, sum Don Petersen hevur lagt til rættis, og sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. (Ískoyti til GMDSS GOC- og LRC lærubók. Global Maritime Distress & Safety System).

Prógvið gevur rætt at passa alla GMDSS útgerð á fiskiskipum á øllum heimshøvum.

Vágs Køldskúli er einasta stað í Føroyum, tó undantikinir Vinnuháskúlin í Havn og Klaksvíkar Sjómansskúli, har til ber at taka hetta prógv.