Grønlands Politi veit at siga, at útróðrarmenn úr Nuup Kangerlua seinasta hósdag fingu líkið av einum manni í fiskireiðskapinum, teir høvdu sett. Maðurin er eyðmerktur, og løgreglan veit at siga, at hetta er ein jollufiskimaður, ið varð saknaður eftir eina bátsvanlukku hin 22. mars í ár.
Løgreglan sigur, at tey fingu fráboðanina um 19.30-tíðina seinasta hóskvøld og sendu beinanvegin ein løgreglubát út til útróðrarmenninar fyri at bjarga líkinum. - Líkið varð funnið nærindis leiðini, har útróðrarmaðurin varð saknaður í vár.
Talan er um ein mann miðskeiðis í 50-unum, og hin 22. mars í ár fekk løgreglan fráboðan um, at maðurin var farin fyri borð í einari minni jollu. Leiting varð sett í verk á leiðini í ein útnyrðing úr Sermitsiaq, men tað eydnaðist ikki at finna mannin.
Grønlands Politi upplýsir, at tey avvarðandi hjá manninum, sum læt lív í Nuukfjørðinum, hava fingið fráboðan um, at líkið nú er funnið.