Børnini, sum eru í dagrøktini á Tvøroyri, brúka nógva tíð uttandura. Tað besta tey fáa er at vera úti í natúruni. Tískil eru tey úti, hvørja løtu til ber, bæði í mølini og í bøi og haga. Onki er óført og at síggja pedagogar uppi í haganum, dragandi við barnavogni og eini riðili av lívligum og kátum børnum í hølunum, er ikki óvanlig sjón har um leiðir.
Ein fastur táttur í uttanduralívinum hjá børnuum er at fara á smádýraveiði, sum tey nevna tað. Tað gera tey ofta, bæði í haganum, í áunum og niðri í mølini. Tá ræður um at finna so nóg ymisk smádýr sum gjørligt.
Tað er eisini vanligt, at tey ganga í bøi og haga og hyggja eftir blomstrum og fuglum.
Tey plaga eisini at leita eftir sjáldsamum steinum og tá ið tey fara á krukkujakt, fáa tey hvør sína krukku við og tá ræður um at savna so nógv smádýr sum gjørligt upp sína krukku.
? Tað merkiliga við hesum ferðunum er, at nógv børn, sum ræðast tvístertur, maðkar og svartaklukkur, ganga við teimum í lógunum, áðrenn tú veitst av, siga pedagogarnir.
Forvitnisligur fongur
Á einari av hesum veiðiferðum fingu tey ein forvitnsligan fong, sum eisini vakti ans á Føroya Nattúrugripasavni.
Tey vóru farin oman í mølina at leita eftir tí, sum har finst av livandi og á eini slíkari ferð funnu tey ein maðk, sum ongin av teimum hevði sæð fyrr.
Tey hildu, at hann var so løgin, at tey sendu hann til Nattúrugripasavni at fáa tey at siga, hvat hetta var fyri ein fýrur.
Tað kom skjótt svar aftur og tað vísti seg, at hetta var ein rættiliga sjáldsamur maðkur, tey høvdu funnið.
Í einum fittum takkarskrivi, fortelur Jógvan Hansen, havlívfrøðingur, at talan er um eitt slag av bustmaðki, sum livir á hav-botninum, ella rættari, í havbotninum, tí hann ger sær tunlar í havbotninum og har livir hann so sítt lív.
Hesin maðkurin er ikki heilt vanligur í Føroyum, tí hann er bara funnin fýra ferðir fyrr, so hetta var forkunnugur fongur, eisini hjá Náttúrugripasavninum.
Maðkurin livir av øðrum maðkum og ymsum smákyktum, men hann livir eisini av rovum, sum eru deyð dýr og deyðar plantur.
Tað kann tykjast løgi, at ein maðkur, sum heldur til í havbotninum, verður funnin uppi á turrum í mølini.
Men Náttúrugripasavnið hevur eisini eina frágreiðing til tað.
? Ein orsøk kann vera, at hann hevur havt í kvittanini at para seg. Hetta gera hesir maðkarnir uppi í sjónum. Teir svimja upp ímóti vatnskorpuni og har sleppur kvennmaðkurin eggunum og kallmaðkurin sleppur sáðnum.
Maðkurin, sum børnini á Tvøroyri funnu, var kvennmaðkur. Tá ið tey á Nattúrugripasavninum løgdu hann undir sjóneykuna, sóu tey, at hann hevði egg í sær og sostatt hevði hann ikki slept teimum.
Tey sóu eisini, at bustfetini, ella beinini, frá miðjuni og aftureftir, vóru væl størri enn tey vanliga eru. Tað er bert tað tíðina, hann parar seg, at bustfetini veksa og tá kann hann lættliga svimja.
Hendan dagin, børnini funnu maðkin, var harður streymur og tí er als ikki óhugsandi, at streymurin hevur tikið hann og hevur skolað hann á land í mølini, tí hann var funnin á hægstu flóð.
Skal tað verða heilt fakligt, er vísindaliga navnið á hesum maðkinum "euneris longissima".
Náttúrugripasavnið sigur, at tey hava funnið eini fimm sløg av hesi bustmaðka- familjiuni í Føroyum, Men hetta slagið, sum tey á Tvøroyri funnu, er tann, sum verður longst. Hóast afturendin manglaði, máldi hann 25 sentimetrar.
? Tað er vanligt, at stuttleikafiskarar brúka ymisk sløg av bustmaðki til agn, serliga tá ið teir fiska laks og síl, sigur Náttúrugripasavnið.