Fingu kanska eina milliard við sær

Ránsmenninir, sum rændu eina virðismiðstøð í Suðursvøríki í morgun, fingu kanska eina milliard svenskar krónur við sær. Tveir menn eru tiknir. Svenska løgreglan sigur, at ránið var sera væl fyriskipað. Ránsmenninir komu og fóru við tyrlu, og serfrøðingar siga, at flogskiparin hevur uttan iva eina fortíð hernaðarligur tyrluskipari.

Harafturat heldur løgreglan, at ránsmenninir høvdu góðan kunnleika til ránsstaðið.

Løgreglan tók seinnapartin tveir menn, men hon vil ikki siga, hvussu teir eru tengdir at ráninum.

Stór løgreglulið leita eftir ránsmonnunum og fonginum. Løgreglan stendur á varðhaldi í floghavnum, ferjuhavnum, við Oyrasund og við norska markið.