Fingu javnleik í 30 hitastigum

Føroyar spældu týsdagin triðja og seinasta venjingardystin á ferðini í USA. Dysturin var ímóti Real Salt Lake City og endaði við javnleiki. Nú seta landsliðsspælararnir kósina heim ímóti Føroyum

Føroyska fótbóltslandsliðið fekk harða mótstøðu, tá ið liðið spældi triðja og seinasta venjingardystin á ferðini í USA.
Dysturin var týsdagin ímóti Real Salt Lake City, og úrslitið var javnleikur 1-1. Dysturin var spældur á heitasta degnum, meðan landsliðið hevur verið Florida, og umstøðurnar við brennandi sól og 30 hitastigum vóru ikki tær bestu hjá føroysku spælarunum.
Føroyar byrjaðu tó dystin væl, og longu í fyrsta minuttir hevði Fróði Benjaminssen eitt skot á tvørstongina. Aðrar naskar royndir vóru eisini fyrstu minuttirnar, men tá ið 11 minuttir vóru spældir, fekk føroyska liðið kalt vatn í høvdið.
Andrew Cunningham varð spældur leysur á føroysku hálvuni, og hann legði Real Salt Lake City fram um 1-0.

Andrew javnaði
Føroyar høvdu aðrar royndir í fyrra hálvleiki, sum varð væl spældur við høgari leikferð og nógvum nærdystum.
Í seinna hálvleiki fekk Real Salt Lake City leikliga yvirvág, men føroyska liðið var vandamikið við mótálopum, har liðið fekk nógvar spælarar við fram á vøllin. Og tað endaði seint í dystinum við, at Føroyar javnaðu. Málið gjørdi Andrew av Fløtum.
Amerikanska liðið hevði nógv spæl í seinna hálvleiki, men teir skaptu teir ikki nógvar opnar kjansir, tí føroyska liðið stóð seg væl í verjupartinum, hóast liðformaðurin Óli Johannesen ikki spældi við í hesum dystinum. Miðverjan var mannað við Rasmus Nolsøe og Atla Danielsen, og teir høvdu ein tryggan aftasta skansa í Jákupi Mikkelsen.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur roynt ymsar uppstillingar í venjingardystunum í USA, og hann heldur seg hava fingið fleiri møguleikar, tá ið landsliðið skal takast út aftur.

Á veg heim
Føroyska landsliðið er nú á veg heimaftur til Føroya. Fyrrapartin í dag var ein løtt venjing, áðrenn spælararnir pakkaðu og fóru av gistingarhúsinum.
Fyrst varð koyrt til Orlando, har flogið var til Chicago. Føroyska ferðalagið verður í Keypmannahavn á middegi í morgin, og síðani verður flogið heim til Føroya eftir eina drúgva ferð tvørtur um Atlantshavið.


- - -

Venjingardystur
Ft. Lauderdale, 28. februar 206
Real Salt Lake City-Føroyar
1-0: Andrew Cunningham, 11.
1-1: Andrew av Fløtum, 85.
Føroyar: Jákup Mikkelsen  Janus Joensen (Heðin á Lakjuni, 75.), Atli Danielsen, Rasmus Nolsøe, Christian Høgni Jacobsen  Hanus Thorleifsson (Mortan úr Hørg, 65.), Símun Samuelsen (Hjalgrím Elttør, 55.), Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Jónhard Frederiksberg (Andrew av Fløtum, 55.)  Rógvi Jacobsen (Hans Pauli Samuelsen, 60.)