Føroyska Sjómansmissiónin hevur frætt frá flakatrolaranum, Gadusi, at ein annar flakatrolari - Akraberg - hevur verið eftir jólapakkunum, sum teir høvdu við til manningina á Gadusi. Alt gekk væl, hóast veðrið var vánaligt.
- Fiskiskapurin hevur ikki verið nakað serligur hendan túrin. Vit hava skjótt verið átta vikur burtur og hava 340 tons av flaki.
Tað veit ein av manningini á Gadusi at siga Føroysku Sjómansmissiónini í dag. Umborð á flakatrolaranum er jólatræið pyntað, og pakkarnir eru klárir at fara undir træið.
Gadus hevur latið Føroysku Sjómansmissiónini frætta, at pakkarnir, sum manningin á Akrabergi fekk í gjár, vóru væl pakkaðir inn í plastikposar og net, og teir vóru bundnir í boyir, áðrenn teir vórðu loraðir aftur av hekkuni á Gadusi.
So kundu teir á Akrabergi fáa fatur í boyunum og hála pakkarnar inn.
- Jú, jólapakkarnir hava sítt virði, tá stórir trolarar “stríðast” við at fáa teir ímillum sín mitt í arbeiðstíð á fiskifeltinum, heldur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, fyri.