Tá kvinnurnar, sum plaga at svimja á Malarenda í Nólsoy, skuldu gera sín svimjitúr í dag, bar tað ikki til, tí olja var á Nólsoyarvík.
Hetta sæst á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - har fleiri myndir eru lagdar út sum vísa, at olja fleyt oman á sjónum fram við Malarenda og eisini heimi á kaiuni.
Á Facebook-síðuni eru lesarar, sum spyrja, um Tórshavnar Sløkkilið ikki hevur fingið fráboðan um tilburðin, og onkur spyr, um Umhvørvisstovan er fráboðað, soleiðis at oljusperringar kunnu leggjast út.
So eru tað eisini nøkur sum spyrja, um málið ikki er meldað - og onkur annar, sum heldur, at talan helst bara er um nakrar litrar av olju, og tí er tað at melda kanska at gera ov nógv burturúr.
Hvussu hetta mál tørnaði út, veit In.fo ikki at siga, men seinasti lesarin, sum hevur viðmerkt á tráðnum sigur, at viðkomandi aftur hevur verið og hugt, og nú er øll oljan burtur.