Í gjár varð løgreglan aftur boðsend í samband við Sea Shepherd og grind. Hesa ferð var tað tó ikki í samband við grindadráp, men um arbeiðið at burturbeina rovini, tá ið grindin var skorin upp.
Grind var í Leynum í gjár og har plaga tey at at søkkja rovini í eina gjógv beint norðan fyri Skæling. Tað ætlaðu tey eisini at gera í gjár og aftur í gjár var Sea Shepherd á blettinum við dronu og ætlaði at taka alt upp á film.
Løgreglan varð boðsend og tey siga, at talan er um sama mann frá fyri Sea Shepherd, sum tvær ferðir áður er skuldsettur fyri ólógliga dronuflúgving í grind. Tað varð hann skuldsettur fyri, bæði í grindini í Hvannasundi og í grindini á Skálafjørðinum, og í grindini á Skálafjørðinum varð hald eisini lagt á dronuna.
Men hann hevur útvegað sær nýggja dronu og hon var í luftini, tá ið rovini í Leynagrindini skuldi burturbeinast. Tí vórðu boð send eftir løgregluni – men løgreglan sigur, at hetta er úti í óbygdum, so har kravdust ikki dronuloyvi. Sosatt var talan ikki um ólógliga flúgving og tí fekk løgreglan einki gjørt.
Hinvegin gjørdu tey í Leynum tað, at tey bíðaðu bara við at søkkja rovini til í nátt tá ið tað var bølamyrkt, so Sea Shepherd fekk ongar myndir í hesum umfari.