Tá gosið var í Eyjafjallajøkli, mæltu íslendsku heilsumyndugleikarnir fólki har á leiðini til at verja seg ímóti øskuni. Eitt nú vórðu tey biðin um at hava andingarvernd fyri munnin og nøsina og at brúka trygdarbrillur, um tey ferðaðust úti í øskurokinum.
Nú hevur íslendski landslæknin skrivað eina frágreiðing, og sambært henni fylgdu íslendingar ráðunum frá heilsumyndugleikunum. Í hvussu er er niðurstøðan hjá landslæknanum, at eingin hevur fingið álvarssamt heilsubrek av gosinum.
Heilsuverkið hevur kannað meiri enn 200 fólk í sambandi við frágreiðingina, og eingin teirra hevur fingið mein av øskuni úr jøklinum, skrivar Morgunblaðið.