?Tað vóru næstan 50 fólk á fundi og tað var ikki so galið.
? Men tað kom ikki ein króna inn og tað var eitt vónbrot.
Í farnu viku var bygdarfundur í Sørvági.
Tað vóru Andrias Berglíð og onnur, sum høvdu kallað bygdarfólkið saman.
Endamálið við fundinum var at vita um ikki sørvingar høvdu áhuga at seta pening í eitt nýtt flakavirki, sum ætlanin er at lata upp í Sørvági.
Men tá ið vit spyrja Andrias Berglíð, hvussu fundurin gekk svarar hann: Bæði og.
? Tað vóru 58 fólk á fundi og tað var hampiliga nógv.
? Men vit fingu ikki eina krónu inn í eginpeningi til virkið og tað var eitt vónbrot, sigur hann.
?Tó, tá ið rætt skal vera rætt, so setti ein maður seg fyri eitt sindur av pengum, men tað gjørdi hann áðrenn fundin.
? Men tað er onki yvir at dylja, at tað var eitt vónbrot, at ikki ein króna skuldi koma inn á sjálvum fundinum, leggur hann afturat.
Gamalt virki í nýggjum húsi
Tað er felagið West Fish í Sørvági, sum ætlar at lata flakavirkið í bygdini uppaftur.
Virkið varð stovnað í 1993 og helt tá til í ?Hvíta Húsið? hjá Vesturvón í Sørvági
Men fyri einum góðum mánaða síðani varð virkið afturlatið, tó uttan at tað fór á heysin.
? Vit komu til tað niðurstøðu, at vit vóru ov veik fíggjarliga til standa okkum í kappingini um at keypa fisk, tí lótu vit sjálvur aftur, sigur Andrias Berglíð, sum er nevndarformaður.
Og nú verður so arbeitt við at savna meiri eginpening, so at virkið kann lata upp aftur munandi sterkari fíggjarliga enn tað var.
Hesuferð skal tað húsast í ?Bláa Húsið? í Sørvági, sum Vesturvón eisini eigur.
? Húsið er gjørt gjørt tipp-topp til endamálið og tað skuldi verða nýggj leiðsla, sum skuldi standa fyri virkinum.
Á Flakavirkinum á West Fish arbeiddu 30-35 fólk, tá ið tað gekk sum tað skuldi.
Og Andrias Berglíð sigur, at tað er ætlanin at nýggja virkið skal vera líka stórt.
? Men sum skilst gongur meiri strilti at savna inn tann neyðuga eginpeningin.
Nakað av pengum er savnað saman, men enn manglar teimum 500.000 krónur.
Tilsamans skal felagið hava 1,8 millión, so 1,3 millión er fingin til vega.
Og tað var hetta holið, sum ætlanin var at typpa á bygdarfundinum í Sørvági.
Men av tí at onki kom inn á bygdarfundinum, er ætlanin ikki komin eitt vet nærmari.
Hann hevur onga hóming av, hví tað gekk so illa á bygdarfundinum.
? Tað er neyvan persónligt, tí øll eru enn líka blíð og týð ímóti mær, sum tey altíð hava verið.
?Kanska hevur bygdarfólkið mist álit á, at eitt flakavirki kann bera seg í bygdini, tí hetta er triðju ferð í 20 ár, at eitt virkið í bygdini gevst.
? Talan er neyvan um peninganeyð, tí tað er nógv siglandi fólk í Sørvági og flogvøllurin er eisini stórt arbeiðspláss.
Men Andrias Berglíð sigur, at ætlanin er ikki at gevast so.
? Vit hava nú staðfest, at vit koma ikki longur í Sørvági. So nú mugu vit royna aðrar leiðir, sigur hann.
? Hvat tað kundi verið, veit hann einki um enn.
Men hann váttar, at m.a. eru útlendskir íleggjarar hugaðir at seta pening í virkið, men tað er onki ítøkiligt.
Andrias Berglíð hevur enn toliligar vónir um, at ætlanin kemur undir land.
? Eg læt bygdarfólkið vita, at eg ætlaði ikki at gevast, fyrrenn tað stóð heilt í botni, um tað ikki gongur alt ov long tíð, sjálvandi, tí ongin kann halda á í allar ævir.
? Men tað er í øllum førum greitt, at vit lata ikki virkið upp, uttan vit hava nóg mikið av pengum at keypa fisk fyri, sigur Andrias Berglíð.
Sjálvur ivast hann ikki í, at virkið fer at lata uppaftur.
? Lata vit tað ikki upp, ger onkur annar tað. Tí her er bæði gólvuppboðsøla og samstundis hava arbeiðsmannafelag, trolararnir, og Vesturvón tikið seg saman um eitt nýtímans ísvirki. ? Samstunds hava vit ein nýmótans hús at hava flakavirki í.
? Men alt hetta er lítið vert uttan eitt virki, tí hvør livir av øðrum, sigur hann.