Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal góvu hvørjum øðrum jólagávu, tá ið teir vitjaðu til jólaprát á Rás 2 fyrr í dag Løgmaður var tann fyrri at geva pakka. Høgni Hoydal fekk eina góðar, heitar hosur, og løgmaður helt, at tær vóru góðar at hava, um Høgni fekk kaldar føtur.
Løgmaður fekk eina kumpass frá Høgna Hoydal, og formaðurin í Tjóðveldi helt, at hon var góð hjá løgmanni til seta kósina av nýggjum.
Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal prátaðu um politikk, tónleik og annað, og prátið við teir verður endursent á Rás 2 í kvøld kl. 20.00.










