Tvøroyrar kommuna hevur í vikuni heiðrað starvsfólk, sum hava verið í starvi hjá kommununi í longri tíðarskeið.
- Tað er ein sannroynd, at eitt gott arbeiðspláss helst skal megna at halda upp á starvsfólkið hjá sær, men tá fólk hava verið í starvi í 15 ár og longri, er tað ikki nøkur sjálvfylgja í dagsins samfelag.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu, sum í vikuni heiðraði seks starvsfólk, ið hava tað til felags, at tey øll hava verið í starvi hjá kommununi í 15 ár ella meira.
- Annlis Thomsen og Ingrid Silvurdal hava báðar verið í starvi sum vaskifólk í Tvøroyrar skúla í 15 ár. Chris Jan Michelsen hevur somuleiðis starvast hjá kommununi í 15 ár.
- Hann byrjaði at arbeiða á havnarlagnum sum havnarfúti, men hevur í dag eisini vatnveitingina hjá kommununi um hendi og hevur verið frásøgumaður á ymiskum túrum, ið kommunan hevur fyriskipað.
Lagt verður aftrat, at Jónhild Johannesen hevur starvast í dagrøktini síðan 2001 - ella í 15 ár, og Rutt Jensen hevur havt týdningarmiklu barnatannarøktina um hendi í 15 ár.
- Gitte Jacobsen hevur arbeitt fyri kommununa í heili 25 ár. Hon byrjaði í Barnagarðinum í 1991, har hon arbeiddi til 2001. Eftir hetta hevur hon havt sína dagligu gongd í Frítíðarskúlanum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.
Á hugnaligari samkomu í býráðssalinum, har eisini familja hjá starvsfólkunum var við, segði borgarstjórin nøkur orð, og blómutyssi og peningagáva vórðu latin.










