Fingu fullan stuðul at halda fram

Leiðslan í Javnaðarflokkinum hevur givið Jóannesi Eidesgaard og tingmanningini fullan stuðul at halda fram við samráðingunum um eina samgongu við Tjóðveldi og Miðflokkin

Tað var rættiliga gott lag á fundinum hjá floksleiðsluni í Javnaðarflokkinum leygardagin seinnapartin.

Floksleiðslan er ovasti myndugleiki hjá Javnaðarflokkinum og tað er vanligt, at hon tekur støðu til, hvørja samgongu flokkurin skal vera við í.

Og leygardagin varð hon kallað saman at taka støðu til, um tey stuðla tingmanningini í royndini at skipa nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin.

Eftir fundin, har eini 30-40 umboðsfólk hjá flokkinum kring landið vóru møtt, kundi ein vælnøgdur floksformaður staðfesta, at hann hevði fingið fullan stuðul at halda fram við samráðingunum um CHE samgonguna.

- Tað var ein ótrúliga jaligur hugburður ímóti at royna hesa nýggju leiðina í føroyskum politikki, segði Jóannes Eidesgaard, beint eftir fundin.

Hann sigur, at hann legði ætlanina um at royna CHE samgonguna fyri floksleiðsluna og leiðslan gav honum fullan stuðul fyri kúvendingina, sum var hend í samgongusamráðingunum, eftir at løgmaður krøkti bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin av og boðsendi Tjóðveldinum og Miðflokkinum til fundar at tosa um samgongumøguleikarnar.

Fyrireikandi fundirnir í CHE hava gingu so mikið væl, at leygardagin løgdu tey eina arbeiðsætlan fyri, hvussu sjálvar samráðingarnar skulu skipast. Tað merkir, at eitt møguligt samgonguskjal er býtt sundur í nakrar undirbólkar, sum ymisk umboð fyri hvønn flokkin so skulu viðgera og farið varð undir veruligu samráðingarnar í morgun.

- Málið er at hava eina nýggja samgongu í pottinum leygardagin, tá ið Løgtingið skal setast.

Tá ið vit spyrja løgmann um hann hevur betri vónir um at røkka á mál við hesi royndini, kemur bara klassiska svarið:

- Onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.