Fingu fulla undirtøku í stríðnum um føðideildina

Á ógvuliga fjølmentum limafundi hjá sjúkrarøktarfrøðingunum var ongin ivi um at nevndin hevur fulla undirtøku

Umleggingar á føðideildini


 
­- Vit hava fingið fulla undirtøku fyri tí, vit hava stríðst fyri í sambandi við ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Tað var greitt eftir limafund í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seinnapartin týsdagin.
Ikki færri enn yvir 200 sjúkrarøktarfrøðingar vóru møttir á fundinum tað gjørdi hetta til ein hin fjølmentasta limafundin í felagnum í langa tíð.
Eitt endamál við fundinum var at viðgerða aktuellu støðuna á føðideildini.
- Tað var ongin ivi um, at nevndin í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fekk fulla undirtøku síni sjónarmið í sambandi við at ætlanin er at umleggja føðideildina, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum.
Sostatt tóku limir okkara fult undir við, at tað kann ikki góðtakast, at ein ljósmóður verður leiðari fyri sjúkrarøktini á føðideildini og tað kann heldur ikki góðtakast, at ljósmøður yvirtaka sjúkrarøktina á føðideildini, sigur Jana H. Dalsgaard.