Fingu fráboðan um 70 skaðar

Men tað hendi nógv fleiri skaðar enn tað í storminum síðstu nátt

Tað var av allar harðasta stormi síðstu nátt og í gjár var nógv frammi um, hvussu hvussu nógvir skaðar vóru hendir kring landið, serliga har ætttin stóð á.

 

Løgreglan segði, at tað var klokkan fýra síðstu nátt, at fyrstu skaðarnir vórðu fráboðaðir, men síðani gløddu telefonirnar til langt út á morgunun og løgreglan var noydd at senda boð eftir eykamanning av avgreiða allar skaðarnar.

 

Løgreglan sigur, at nú alt er gjørt upp, vísir tað seg, at tey fingu 70 fráboðanir um stormskaðar.

 

Fráboðanirnar koma úr øllum landinum, men serliga nógvar vóru úr Suðuroy, men tað vóru eisini nakrir skaðar í Havn, í Eysturoy, og aðrastaðni. Í Suðuroy var eisini rættiliga nógvur vindur, tí eitt skifti máldi vindmátarin á ørðaskarði, 65 metrar um sekundið.

 

Hinvegin komu ongar fráboðanir úr Sandoy og heldur ongar úr Vágum.

 

Løgreglan vísir tó á, at hetta eru bara teir skaðar, har løgreglan sendi bjargingarfólk at hjálpa, tí sum dagurin leið, komu nógv fleiri fráboðanir afturat, men teir vórðu beindir beint til tryggingarfeløgini, sum eisini høvdu opið í gjár.

 

Sostatt er talið á skaðum nógv størri enn teir 70 skaðarnar, vit hava fingið fráboðan um, sigur løgreglan.

 

Skaðarnir, talan er um, eru mest tekjur, húsaklædningar, stakitt, úthang, skelti, og annað, sum er farið, umframt bilar, sum høvdu fingið skaða.

 

Men so var tað eisini eitt stórt tal av trampolinum, sum fóru á flog, tí at fólk ikki høvdu tryggjað tær, ella tikið tær niður.