Løgreglan hevur fingið nógvar klagur um larm av einum arbeiðsplássi á Karlamagnussarbreyt. Har eru nógvar familjur við børnum, so larmurin er til rættiliga stóran ampa. Umframt at arbeitt verður við stórari útgerð, sum larmar rættiliga illa, spælir arbeiðsfólkið eisini mangan harðan tónleik.
Løgreglan sigur, at tað eru útlendingar, sum gera arbeiðið, og teir arbeiða mest sum allan sólarkringin.
Løgreglan sigur, at tað er ikki altíð, tey fáa gjørt so nógv, tí tað er bara, tá ið talan er um brot á halgidagsogina og tá ið tað er eftir klokkan. 23 á kvøldi, at tað ber til at steðga arbeiðnum. Men løgreglan sigur eisini, at oftast hjálpir tað at tosa við tey, sum standa fyri arbeiðnum.