Fingu eitt sindur meiri sól Havn enn tey eru von við

Nú er tað gjørt upp, hvussu leingi sólin skein í Havn í fjør

Í fjør skein sólin í 1.092 tímar í Havn. Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt. Sosatt var árið í fjør av tí frægasta, tí tað er ikki ofta, at sólin skínur so ofta í Havn. Í 2019 skein sólin í 1.040 tímar.

Hesi seinastu 20 árini hevur sólin skinið einar 1.000 tímar í miðal, men tað besta árið var í 2009, tá ið sólkin skein í 1.139 tímar í Havn.

Árið í fjør var eisini av tí fræga til regn og kava, tí fjør komu 1.288 millimetrar av avfalli niðúr í Havn og tað er ikki verri enn miðaltalið. Nógv tað ringasta árið í so máta var 2011, tá ið tað komu heilir 2.259 milliletrar av avfallið niður í Havnini og tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum tað er vanligt.

##med2##

Samstundis vísir yvirlitið eisini, at í fjør vóru 33 frostdagar í Havn. Tað talið svingar rættiliga nógv, tí í 2014 vóru bara 11 frostdagar í Havn, men afturfyri vóru tað heili 67 frostdagar í Havn í 2010. So hasi árini 2009 – 2011 hava verið sermerkt í Havn, bæði til sól, avfall og frost.

2010 var eisini eitt rættiliga kalt ár, tí tá var miðalhitin í Havn ikki meiri enn 6,3 stig og í fjør var hann 7,3 stig, sum er rættiliga vanligur miðalhiti. Í 2014 var miðalhitin 8,1 stig, so tað var eitt serligt ár.

Men mesti hiti, sum er máldur í Havn hesi seinastu 20 árini, var máldur í 2004, tá ið hitamálarin kreyp heilt upp á 20 stig og í 2013 var mesti hitin í havn, 19,4 stig. Annars hevur tað ligið eitt sindur lægri enn tað. Í 2016 var mesti hitin ikki meiri enn 15,8 stig.