Fingu einki lyfti um morgunlesturin

Einki ítøkiligt kom burtur úr fundi millum kringvarpsleiðsluna og umboð fyri Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag, prestafelagið og biskup um morgunlesturin Á fundinum, sum var fríggjadagjn, heitti Uni Næs, formaður í Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelag, beinleiðis á kringvarpsleiðsluna um at fáa endursenda morgunlesturin aftur á skránna kl. 09.50.

-Tað er harmiligt, at leiðslan uttan at kanna málið fyrst, strikar hesa framúr góðu tænastu, sum kringvarpið hevur havt í mong ár, og sum eitt ógvulig stórt tal av lurtarum hevur stóra gleði av, sigur Uni Næs.

Hann sigur, at hóast leiðslan í kringvarpinum ikki gav nakað ítøkiligt lyfti um, at morgunlesturin verður endursendur kl. 09.50, so upplýsti leiðslan, at um morgunlesturin verður endursendur, so kann t.d. kl.09.50 verða ein tíð á degnum, lesturin verður sendur.

Á fundinum vóru eisini Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Theodor E. Olsen, prestur og nevndarlimur í prestafelagnum, sum tóku undir við, at morgunlesturin verður endursendur kl. 09.50.