Tá limir úr Føroyanevndini hjá Fólkatinginum við Magna Arge sum formanni herfyri vóru í Føroyum og kunnaðu seg um ymisk føroysk samfelagsviðurskifti, vóru tey eisini ein túr í Koltri.
Í Koltri tók Bjørn Patursson, fyristøðumaður, ímóti og vísti limunum runt í býlinginum Heima í Húsi.
- Í hesum sambandi varð greitt frá søgu Kolturs, virksemi Tjóðsavnsins í oynni og um framtíðar ætlanir og avbjóðingar í Koltri, veit Tjóðsavnið at siga.
Lagt verður aftrat, at áðrenn gestirnir fóru úr aftur Koltri, bjóðaði Tjóðsavnið gestunum alskins ábit, sum Koltur kann bjóða uppá.
Á myndini standa gestirnir uttan fyri neystið, har Koltursbáturin stendur, meðan Bjørn Patursson greiðir frá atkomuviðurskiftunum í Koltri í gomlum døgum.










