Fingu ein millióning afturat í Føroyum

Ein partur av inntøkunum skuldi verðið brúktur til at lyft børn upp úr fátækradømi

Fiskirættindini hjá Føroyum skulu seljast á einum fríum marknaði. Og ein partur av inntøkunum skal brúkast til at lyfta børn úr fátækradøminum.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum nú flokkurin hevur landsfund í morgun.

 

Hann fegnast um, at tað gongur væl í uppisjóvarvinnuni, har kvoturnar eru nógv hækkaðar

 

- Kvotan av uppsjóvarfiski er vaksin eini 250.000 tons. Samanbera vit við toskin,  avreiða føroysk skip bara 10.000 - 15.000 tons av toski um árið. Skipini avreiða altso 15.000 tons av toski og 500.000 tons av uppsjóvarfiski.

 

Avreiðingarvirðið av nýggja tilfeinginum er umleið 1,5 milliardir krónur og tær kundu komið ógvuliga nógvum føroyingum væl við.

 

Hesi ovurstóru virði verða politiskt útlutað, tí føroyingar hava ikki javnbjóðis atgongd til tilfeingið, staðfestir Aksel V. Johannesen.

 

Les eisini: Alivinnan gjalda fyri skattalætta til láglønt

 

Men summir føroyingar, sum fáa atgongd til tilfeingið, gera sær dælt av tí og selja útlendingum tað.

 

- Ein, sum vit hava hoyrt nógv um, er gamli reiðarin á Anitu, sum seldi spainólum tað fiskioyvið, hann hevði fingið púra ókeypis frá landinum.

 

- Hann fekk 9 milliónir fyri tað og Jacob Vestergaard vardi hetta við at siga, at tað er best fyri meiniga føroyingin, at peningurin liggur í lummanum hjá reiðaranum.

 

- Lat meg spyrja, hvat fekk fólkapensjónisturin á Viðareiði burturúr hesari sølu? Hvat fekk flakakvinnan í Vestmanna burturúr hesari sølu? Hvat fekk sjúkrasysturin á Argjum burturúr hesari sølu, spyr formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

- Tey fingu einki burtur úr. Tað einasta, vit fingu burturúr, er, at ein einstaklingur afturat gjørdist millióningur, leggur hann afturat.

 

- Javnaðarflokkurin vil, at vit øll skulu hava javnbjóðis møguleika og javnbjóðis atgongd til náttúrutilfeingið. Tí mæla vit til, at stórur partur av nýggja tilfeinginum verður seldur á einum fríum marknaði, har allir føroyingar kunnu keypa sær atgongd til fiskivinnuna í einari javnbjóðis kapping.

 

- Í 2011 gjørdi minnilutasamgongan, sum Javnaðarflokkurin var partur av, eina roynd at selja ein part av teimum nývunnu makrelrættindunum á einari uppboðsølu. Vit seldu 20.000 tons fyri tilsamans 72 mió. krónur.

 

- Tá vit kunnu selja 20.000 tons fyri 72 mió., hvussu nógv kunnu vit so ikki selja umleið 250.000 tons fyri?

 

Aksel V. Johannesen sigur, at inntøkurnar frá søluni av fiskirættindum skulu koma øllum føroyskum heimum og húsarhaldum til góðar.

 

Ein uppgerð staðfestir, at 1.555 føroyingar liva undir fátækramarkinum og 5000 í fátækraváða.

 

Ein stórur partur av hesum eru stakir uppihaldarar og teirra børn.

- Tí skal ein partur av inntøkunum brúkast til at hækka serliga barnaískoytið, so vit kunnu lyfta hesi børn úr fátækradøminum.

 

- Fólkapensjónistar, ið bara hava fólkapensjónina og Samhaldsfasta at liva fyri, liggja tætt niður ímóti fátækramarkinum. Tí skal ein partur av inntøkunum nýtast til at hækka viðbótina í fólkapensjónini.

 

- Tey við lágum inntøkum hava tað eisini trupult, og tí skulu inntøkurnar annars brúkast til at lækka lønarskattin, so lág- og miðalinntøkurnar eisini kunnu fáa ein lætta í landsskattinum, eins væl sum í kommunuskattinum.

 

- Soleiðis kunnu vit fíggja ein skattalætta, har tey, sum hava minst, fáa mest, sigur Aksel V. Johannesen.