Sunnudagurin var stórur dagur hjá fleiri teirra, ið hava gingið í Vágs Kvøldskúla í vetur. Skúlin gavst fyri veturin sunnudagin við framsýning, men eisini var próvhandan á skránni, tí 12 hava í vetur nomið sær kunnleika um sjógvin og um at stýra báti, og sunnudagin fingu tey handað dugnaskapsprógv.
Tað er Torgir Strøm, ið hevur verið lærari. Tvey konufólk taldust millum teirra, sum nú við góðkendu pappírunum í hondini kunnu føra far á sjónum.
Hetta er ikki fyrsti veturin, at hetta hevur verið á skránni hjá Vágs Kvøldskúla, og áhugin fyri hesum skeiði hevur áður verið stórur, og sama var galdandi í ár.
Nógv fólk vitjaði, tá próvhandan og framsýning var sunnudagin, har Ljómur og Suðuroyar Manskór settu dám á.